O, góði Guð lat henda dag

Orð: J. Nordal Brun
Týtt: Jákup Dahl

1. O, góði Guð lat henda dag
til signing okkum vera;
ja, faðir sýn títt hjartalag,
tú, sum alt gott vilt gera!
Vit her tær standa hjá,
vit biðja stór og smá:
ver tú í náði við,
og lýs tú her tín frið,
lat anda tín øll styrkja.

2. Teim ungu legg títt orð í munn,
sum tíni børn tey kanna,
so reina trúgv og trúargrunn
tey reinlynt mega sanna!
Tey komu á tín fund
á sælu skírnarstund,
tú tókst tey í tín favn,
tey doyptust til títt navn;
tú goym tey altíð hjá tær.

3. Tey fest í tíni náðipakt,
legg hana teim í sinni,
og lat tað ja, her verður sagt,
ei fara teim úr minni!
Men bráð er barnalund,
og vánd gerst mong ein stund;
o, faðir, fylg tú við
og statt við teirra lið,
lat trúgv tey altíð vera!

4. Og hvussu langt tey heimi frá
á foldum skulu fara,
lat Jesu trúgv og tína náð
tó hjørtu teirra varða!
Tá líta tey á teg,
tá greiðir tú teim veg;
ei nakar illa fer,
í fylgi við tær er,
tú, faðir, vilt teim bjarga!

FavoriteLoadingGoym tekstin