O, góði Jesus, signa tú

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Jákup Dahl

1. O, góði Jesus, signa tú,
tað barn, sum vit tær føra nú;
tak tað í favn og blítt tað ber
sum eitt Guðs barn á ørmum tær!

2. Og um tí lív er lagað her,
tú skjól og skjøldur hjá tí ver,
og lat títt eingla verndarlið
á øllum leiðum fylgja við!

3. Lat vaksa tað í vitsku og náð,
á hvørji stund tær vera hjá,
og liva so í heimi her,
at tað fær himnadýrd hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin