O, Guð, send lívsins Halga Anda

Orð: William Booth
Týtt: Kajfinn Hammer

1. O, Guð, send lívsins Halga Anda,
:,:send Tín eld,:,:
lat undir blóðsins kraft oss standa,
:,:send Tín eld.:,:
Gev styrki til Títt stóra lið,
og falla lat á einhvønn við
Tín Hvítusunnueld og frið,
:,:send Tín eld.:,:

2. Gev kraft, o, Guð, til Orðsins tolk,
:,:send Tín eld,:,:
ger okkum skikkað sum Títt fólk,
:,:send Tín eld.:,:
Brenn burtur alt sum óreint var,
ei endurnýggjan í sær bar,
so virkisfús vit tæna Tær,
:,:send Tín eld.:,:

3. Við halgum longsli vit Teg biðja:
:,:Send Tín eld,:,:
Tín eld vit treingja inniliga,
:,:send Tín eld.:,:
Gev styrki undir krossins træ,
so sigra vit í hvørjum slag
at liva heilagt dag um dag,
:,:send Tín eld.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin