O, Guð vár, í títt halga hús

Orð: Mikkjal á Ryggi

1. O, Guð vár, í títt halga hús
á sælum hvíludegi
vit leita saman fró og fús;
ja, góð er Harrans gleði!
Hans blíða orð oss uggar væl,
og sálin kennir seg so sæl’
á ljósum himlavegi.

2. Her vóru vit til Harran skírd,
til faðir, son og anda,
her hoyrdu vit um Harrans dýrd,
sum bjargar væl úr vanda,
sum fyrigevur alla synd,
sum opnar okkum himlagrind,
um vit hjá honum standa.

3. Til tín, algóði Guð, í trú
er hetta húsið vígað;
frá lágu lon til himlabú
lat bøn og song upp stíga
til faðir, sum oss hevur kær,
til sonin, várar syndir bar,
til halga andan blíða.

4. Í húsið her vit koma inn,
vár Guð, títt navn at æra;
upplýs tú okkum sál og sinn,
so vit ei frá tær fara;
um tung og trong gerst lívsins leið,
vit vita, tú oss gloymir ei,
men bjargar barni kæra.

5. Legg, Harri, tína signing til
tað góða, her vit læra;
lat bøn og hjartans halga yl
frá synd so okkum varða.
Styrk okkum í tí sonnu trúgv
og leið oss í títt sæla búgv
heim til tín frelsta skara.

FavoriteLoadingGoym tekstin