O, Harra Gud, lat hjá oss vera

Orð: Helgi Hálfdanarson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1990-árunum.

O, Harra Gud, lat hjá oss vera
títt halga orð og sanna trúgv,
og hvønn tann ávøkst burtur skera,
sum ikki eigur í tær búgv.
Tú burt hvønn lygilærdóm rek,
og sannleiks lív í hjørtum vek.

Lat falslæru ei sálir villa
av sannleiksbreyt á myrku leið,
ei fyri hjørtum lívsvón spilla,
sum Jesu deyði veitti teim,
rek úlv í seyðahami burt,
legg vandans breiða dýpi turt.

Nú orð títt vára ogn kann vera,
tað váttar, Krist, títt dýra blóð.
Vit lov og tøkk tær her fram bera,
at henda perla dýr og góð,
sum farin, aftur funnin er,
og ævinliga ljóma ber.