O, Harra Krist, ver tú hjá mær

Orð: H.A. Timm
Týtt: G. Bruun

1. O, Harra Krist, ver tú hjá mær,
mær mjørki fjalir vegin,
leið tú meg heim í friðar garð,
har hvíld eg finni fegin!
Alheimsins ljós lat lýsa brátt,
rek syndar sorta, deyða nátt
av miskunn mær úr hjarta!

2. O, Harra Krist, ver tú hjá mær,
ørmaktað sálin doyði,
um ikki hon fekk breyð frá tær,
ið føðslu gavst í oyðu.
Tú ríkan gevur sálum eyð,
tí sjálvur ert tú lívsins breyð,
av himni higar komin.

3. O, Harra Krist, ver tú hjá mær,
so eg kann ávøkst bera,
tú rótin ert, eg grein á tær,
kann uttan teg ei vera;
tú víntræ ert, sum gevur kraft,
og uttan tína kyknusaft,
eg følna má og fúna.

4. O, Harra Krist, ver tú hjá mær,
tá Sátan meg vil hótta!
Um ei eg finni lívd hjá tær,
hann loypir á meg ótta;
um ikki hirðastavur tín,
meg leiðir fram til legstað mín,
tá fari eg at villast.

5. O, Harra Krist, ver tú hjá mær,
tá lívsins dagur hallar!
Eg óttist ikki blund hjá tær,
eg vakni, tá tú kallar.
Í deyðans stund ver mær íhjá,
og lýð tú mær í oyra tá:
til himna eg teg føri.

FavoriteLoadingGoym tekstin