O, Harri Jesus, hjá oss ver

Orð: Helgi Hálfdánarson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1990-árunum.

O, Harri Jesus, hjá oss ver,
tí heimsins vegur dimma fer,
títt orðsins ljós halt okkum hjá
við ljóma reinum skinið fá.

Um vond er tíð, og øldin spilt,
lat oss, títt fólk, ei fara vilt,
varðveit hjá oss títt halga orð
og halgu skírn og náðarborð.

Statt kirkju tíni, Krist, við lið,
um kuldi, svøvnur loða við,
og boðum tínum gøtu greið,
um verøld vítt tú út hann breið.

Títt orð er perlan dýr og klár,
títt orð er svørð og skjøldur vár,
og fer enn verøld øll í sor,
Gud, halt tó okkum við títt orð.

Títt halga orð í heimsins neyð
tað, góði Gud, er dagligt breyð,
oss leiðir trygt um harmadal
og inn í himna gleðisal.