O, hevði Jesus skjótt nú komið

Orð: M.B. Landstad
Týtt: Salomon J. Joensen

1. O, hevði Jesus skjótt nú komið
á gátt, har hann ei kendur er,
so fólk og bygdir fingu nomið,
hann lív og ljós og gleði ber
og lekir øllum hjartasár
og turkar burtur sorgartár.

2. Hann fyri durum er og bankar,
og um í bøn tá opnast dyr,
har fer hann inn og sálir sankar,
um felagsskap um borðið spyr.
Sig tí av huga, sál og sinn’:
Tú, Harrans signaði, kom inn!

3. Kom inn til mín og til øll míni,
ver lív og ljós, vár hjartans troyst,
lat tey, sum ivast, gerast tíni,
úr deyðans myrkri verða loyst!
Vit biðja teg við stillum sinn’:
Tú, Harrans signaði, kom inn!

FavoriteLoadingGoym tekstin