O, høvur, sárt av sárum

Týtt: G. Bruun

1. O, høvur, sárt av sárum,
av stinnum tornum krýnt,
og tyngt av syndum várum
og fyri spott fram sýnt!
Tú skuldi verið tignað
og ikki háðað her,
tilbiðið ver og signað,
o, høvur, heilsað ver!

2. Mær, hetjan, vart tú vigin
og løgd í gravarlín,
eg átti verið sligin,
tí skuldin hon var mín;
tó mær tú kundi unna,
so tú fórt í mín stað.
O, Harra Krist, miskunna,
so væl mær gagnist tað!

3. Tøkk veiti eg tær fyri,
at lágt tú setti teg,
fórt undir mína byrði
og frían gjørdi meg;
hjálp mær í øllum vanda
at fara á tín fund
og geva tær mín anda,
tá eygað legst í blund.

4. Tá hiðan eg má fara,
so far tú ei frá mær;
tá øll sær frá mær snara,
so veri tú mær nær;
tá hel at mær man hótta
og ekka á meg ber,
rek frá mær allan ótta
alt fyri tína gerð!

5. Ver sjálvur tú mín skjøldur,
tá deyðin herjar á,
og um eg verði tøldur,
lat meg teg sjálvan sjá;
tá alt sær frá mær vendir,
sum her eg unti væl,
so rætt mær tínar hendur,
og sál mín andast sæl!

FavoriteLoadingGoym tekstin