O, Jesus, bróðir besti

Orð: Páll Jónsson
Lag: Andreas Peter Berggreen
Týtt: Símun av Skarði
Upprunaheiti: Ó, Jesús bróðir besti

1. O, Jesus, bróðir besti
og barnavinur mesti,
tú breiði signing tína
á barnalívstíð mína.

2. Mær gott barn gev at vera
og góðan ávøkst bera;
halt frá mær alt hitt illa,
so meg tað ei kann spilla.

3. Lat starv mítt altíð vera
tær lov og tøkk at bera,
tín kærleik altíð goyma,
lívsorðið aldri gloyma.

4. Tín umsjón lívd mær gevi
í lívsins øllum strevi;
tín kærleikshond meg leiði
og lívsins vegir greiði.

5. Og styrk meg, barn títt veika,
í ódnum, um meg leika;
títt lívsins ljósið bjarta
tá ljómi mær í hjarta.

6. Við blíðum barnaorðum
mín bøn fram veri borin:
gev, gott barn títt eg verði
og góðan ávøkst beri.

FavoriteLoadingGoym tekstin