O, Jesus Krist, tín verja blíð

Orð: Ólafur Jónsson
Týtt: Mikkjal á Ryggi

O, Jesus Krist, tín verja blíð
við okkum veri alla tíð.
Guð troysta tey, sum sorgin slær,
tín hond við hjálp oss veri nær.
Lat megnast trúgv og halgan sið,
lat fjølgast heimsins kristna lið
og gev oss øllum himlafrið.

FavoriteLoadingGoym tekstin