O, Jesus lat upp míni eygu

Orð: Lina Sandell
Týtt: Edmund í Garði

1. O, Jesus lat upp míni eygu,
at mína ogn eg síggja kann!
Eg eigi Faðir, sum mær segði,
:,:Hann barn Sítt aldri gloyma man.:,:

2. Eg eigi bróður við Guðs sæti,
sum altíð fram í bøn meg ber.
Eg eigi náðiflóð so mæta,
:,:sum himnahválvið víða fer.:,:

3. Eg eigi Talsmann, sum í neyðum
ber troyst og vón, o, sæla góð!
Eg eigi ævigt lív í deyða,
:,:mær frið og treyst ber Jesu blóð.:,:

4. Eg kenni Ævinleikans Ríki,
ein náðifavn, eg opnan fann;
og dýrdarkrúnu, ei finst líki,
:,:ein arvur, sum mær Jesus vann.:,:

5. Eg eigi tí ei syrgin vera,
sum slíka sælu fekk í lut;
og vil mær ivin ótta bera,
:,:eg kenni Lívsins ríka Guð.:,:

6. O, Jesus Krist, lær meg at goyma
Tín trúarlovsang barmi í;
og lat meg krúnuna ei gloyma,
:,:Tú goymdi mær frá fyrstu tíð.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin