O, Jesus, Tú, sum fyllir alt í øllum

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: O, Jesus, Du som fyller alt i alle

1. O, Jesus, Tú, sum fyllir alt í øllum,
Títt hjarta fylt av miskunn, náði er.
Eg sum Maria Tær til fóta falli,
tí einki hvíldarstað er søtt sum her.
Mín Frelsari, Títt vakra Navn eg nevni,
frá hjartans innasta Tær prísi eg;
tá eins og toka allur ivi hvørvur,
Tín náðisól hon gjøgnumstrálar meg.

2. Eg fjaldur eri nú í Tínum sárum,
Títt Orð mær lýsir frammanfyri fót;
og koma á meg tungar royndarstundir,
Tín Andi gevur mær tá kraft og mót.
Lat eldin altíð brenna mær í hjarta,
fyll Tú meg meir við Tínum kærleika;
so aftur eg kann aðrar sálir tendra,
at brenna fyri Teg við fúsleika.

3. Nú einki annað ynski her eg havi,
enn bert at liva Tær til æru her;
so eg sum ljós og salt í hesum heimi
kann virka mót tí rot sum syndin er.
Tú ert mítt alt, o, Jesus, Tú ert Lívið,
hvat enn mær møtir, lovsong mín Tú fær.
Tú Ævinleikans dýrd mær givið hevur,
í ævir skal eg altíð vera har.

FavoriteLoadingGoym tekstin