O, kæra sál, tú kvíði ei

Orð: Thomas Kingo
Lag: Danskt lag (Ver teitur hugur mín og lund)
Týtt: Jóannes Patursson

1. O, kæra sál, tú kvíði ei,
um tung tær tykist heimsins leið,
teg sorgir niður benda,
og byrðarnar teg falla á,
tú skalt tó vera fróur tá;
lat hvat, sum vil, teg henda,
Guð kann tær sorgir venda.

2. Eg óttist ei, um eg enn sá,
at verøldin tók kyk at gá,
og himin sýndi vreiði,
og hav og loft og jarðarmold
gav eymd og deyð’ á hesi fold;
mín Jesus vil meg leiða,
mær betri bústað reiða.

3. Tí eg við Harrans góðu ond
varðveittur eri í Guðs hond
og hýstur av Guðs náði;
hann ongantíð meg gloyma kann,
tað trúgvi eg og biði, hann
vil stýra mær og ráða
í veldi sum í váða.

4. Um eg ein ferðamaður er’
til himnalands av foldum her,
og hagar hugur dregur,
sum Guð í stríðnum festi meg,
tá vígdur Guði eri eg,
til Kristus ber mín vegur,
hans blóð mær frelsu gevur.

5. Ímeðan eg tó ansa má
og alla tíð til reiðar stá
mót syndalyst og fjanda,
til tess at síðsti fjandi mín
við Jesu deyð’ fær bana sín;
tá deyðin ongan vanda
mær koma kann til handa.

6. Hvat neyð og trongd var fyri mær
frá fyrstu stund, eg borin var,
skal meg ei longur tyngja;
tá eg í sigurskirkju skal
ímillum alt Guðs einglatal
Guð lov og prís har syngja,
– tá himnaklokkur ringja.

7. Mín kyrtil hvítan Jesus ger,
í Jesu blóði náðin er,
mær vil hann meiri gera,
meg hvítan kyrtil leggja á,
for trónuni eg møti tá,
har einglabúna bera,
í halga skara vera.

8. So skal eg fyri fagnað tann,
sum Jesus, tað Guðs lamb, mær vann,
lovsongin lata ljóða;
Guðs einglar allir lið um lið
tá leggja har sítt amen við,
Guð sjálvur mær vil bjóða
at njóta sælu góða.

9. Mín sál so full av longsli er
og leingist, meðan hon er her,
o, Jesus, til ta gleði,
har allir halgir eru sær
í himninum og tæna tær.
Ger, Jesus, hjartað fegið,
lat líða brátt at degi.

10. Øll sorg og neyð í miklum tal’
til gleði seg umskifta skal,
og ilt meg ei skal henda,
tá turkast grátur, sum fyrr fleyt;
tá fari eg í moldarskeyt
og fái sælan enda
í himnasal’ at lenda.

FavoriteLoadingGoym tekstin