O, Kedronar løkur

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Catharina E. Posse
Lag (28. februar 2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur umleið 1960.

O, Kedronar løkur,
í hug rennur mær
tær løtur, ið frelsarin
dvaldi hjá tær;
tá mánin so bjartur
á himinum stóð,
:,: hjá tær fann hann hvílu:,:
tú gavst honum ró!

Men kuldin neit fast,
tá ið dagur var av,
ei mjúkur var koddin,
har frelsarin svav.
Guds trúføstu einglar
teir styrk veittu tá:
:,: og savnast í kvirru, :,:
har frelsarin lá.

Guds sonur so skelvanndi
legðist á knæ,
for faðirsins ásjón
í angist hann bað.
So dýrabart blóð
í Getsemane rann.
:,: Nú frelsan er vunnin:,:
hans kærleiki vann!

O, Sion, boyggj knæ
fyri Jesusi her,
tí himmalska Drotni
ein lovsong nú ber.
Lat ljóða av nýggjum
tín harpunnar klang,
:,: og syng hosianna,:,:
sum áður tú sang!