O, ljósins Gud, lov veri tær

Matthías JochumssonPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Matthías Jochumsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2007.

1. O, ljósins Gud, lov veri tær,
at lív og heilsu tú gavst mær
og faðir mín og móður.
Eg fari upp, nú sólin skín,
tú sendir ljós títt inn til mín.
O, sum tú, Gud, ert góður!

2. Tú eigur høga himnastól
og hevur skapað hesa sól
og alla verøld víða.
Tú klæðir grøs á føgru fold,
tú føðir veikan orm í mold
og dýr og fuglin fríða.

3. Teg lovprísa øll lívsins mál,
teg hálova hvør mannasál,
hon kennir góðsku tína.
Eg veit, mín Gud, tú verjir meg,
eg eigi at tilbiðja teg,
ið skapti tungu mína.

4. Títt lívsins ljós tað lýsi mær,
so livi eg og fylgi tær
á sonnum vísdóms vegi,
men styrk tú mína dygd og dáð,
lat búnast meg í Jesu náð
til skurð á heystardegi.

5. Tak, Gud, mín faðir, hug og hond,
mítt hjarta, vilja, lív og ond,
so tíni boð eg goymi.
Í lýdni lær meg elska teg,
nógv heldur ganga trúarveg
enn fylgja holdi´ og heimi.