O, mín Guð, Tú sum býrt í Tí Høga

Orð: W. S.
Týtt: Kajfinn Hammer

1. O, mín Guð, Tú sum býrt í Tí Høga,
Tú sum trónar í dýrd og í gleim;
Títt Jerusalem sær nú mítt eyga
hevjað hátt yvir skugganna heim.

Niðurlag: Set mín fót á profetiskar tindar,
halt meg fjaldan í Frumkletsins flóð;
har mín sál kann í Tær seg fordjúpa,
loyst frá heiminum vegna Títt blóð.

2. Halt meg langt burt frá vantrúardølum,
og frá snávingarsteinunum har,
einans Tú kanst mítt hjarta fullnøkta
gjøgnum Andan og Orðið frá Tær.

3. Halt meg langt burt frá trætunar gøtum,
har mær væntar bert myrkur og neyð.
Lat meg kenna Tín fullkomna sigur,
so mítt eg og mín heimstrá gerst deyð.

4. Halt meg reinan av øllum sum forðar
og her kámar Títt heilaga ljós;
so Tú sjálvur ígjøgnum meg lýsir,
og meg varðar frá fráfalsins kós.

5. Lat meg standa í krosstræsins skugga,
Tína dýrd har nú síggja kann eg.
Eina har vil eg liva og doyggja
í teim sárum, Tú fekst fyri meg.

6. Gev mær dirvi á múrinum standa,
um enn túsundtals falla Tær frá!
Gev mær olju á frelsunnar lampu,
so at onnur Teg greitt kunnu sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin