O, mín sál hon leingist aftur síggja

Orð: Ókendur
Týtt: Hjørleif Gaard

1. O, mín sál hon leingist aftur síggja
mangar sálir søkja Harran Guð,
og í syndaneyð til Kristus flýggja
og av náði hoyra Harrans boð.
:,:Eg vildi so fegin, eg aftur nú sá,
ein sál kom til krossin og har boygdi knø.:,:

2. O, eg vil av hjarta aftur biðja
hesa bøn, sum mær er vorðin kær:
Harri, Tú mást nógvar sálir leiða
á Tín veg, sum jú tann besti er.
:,:Tú elskaði øll, ja, eisini meg,
hjálp sálum at finna á frelsunnar veg.:,:

3. Mangur kennir lívið tungt at vera,
sálin hungrar og hon líður neyð.
Men kom við til Hann, tann Góða Hirðan,
sum tær geva vil sítt Lívsins Breyð!
:,:Hví skalt tú tá stúrin og mótleysur gá?
So ivast ei longur, men frelsuna fá:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin