O, miskunnsami, mildi Guð

Orð: P.C. Kierkegaard
Týtt: Johs. Mortensen

1. O, miskunnsami, mildi Guð,
meg vera lat tín ognarlut,
mær sjálvum ei til hoyra;
tak burt tað, Ádams er og mítt,
og til tað nýggja, sum er títt,
vend hjarta, eyga, oyra!

2. Í hjartadýpið, Harri mín,
legg tú mær kærleika til tín,
so tú mín huga eigur;
lat eygað skoða tína dýrd,
at vit, sum eru til tín skírd,
her ganga tínar leiðir.

3. Lat oyrað kenna tína reyst,
sum fólki tínum gevur treyst,
meg lýða tína talu;
lat hjartað hvíla hjá tær trygt,
lat heimsins lyst og deyðans frykt
ei oyða himna sælu.

FavoriteLoadingGoym tekstin