O, móðurmál, stórt er títt fall

Orð: Fríðrikur Petersen
Lag 1: Fólkalag (La Folia)
Lag 2: Valdemar J. Schiøtt
Viðmerking: Yrktur í 1976 í Keypmannahavn.

1. O, móðurmál, stórt er títt fall
úr tínum ærustóli,
fyrr virdu allir teg sum jall
í tínum egna bóli;
tú vart í kirkju Skúvoy á
teg virdi lágur og høgur,
:,: teg elskaði Tróndur í Gøtuvág,
Sigmundur og vápnabrøður. :,:

2. Men tíðin rann, og nýggjan sið
í Føroyum mangir tóku,
og annað mál við tína lið
settu teir stóru og klóku;
teir róku teg av kirkju út
og aftur burt av tingi;
:,: tú mátti liva í sorg og sút –
so hevur lív títt gingið. :,:

3. Men enn tú gleðir hvønn tann mann,
ið føroyingur vil vera,
og hann teg aldri gloyma kann,
men teg í minni bera.
Vær drekkum glaðir tína skál,
og so vár ynski ljóða :
:,: Várt kæra, gamla móðurmál,
hav langa framtíð og góða ! :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin