O, reinsa mítt hjarta, eg biði teg, Guð

Orð og lag: Finn-Arne Imsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. O, reinsa mítt hjarta, eg biði Teg, Guð,
ja, tváa meg í Tínum blóð.
Kom, frels meg frá synd, Tú enn finnur hjá mær,
tær søkk í ta reinsandi flóð!

2. Um reinsan eg rópi, o, Frelsari mín,
í djúpastu neyð hjartað er!
Mítt hjarta so óreint og óverdugt er,
men syndarum frelsu Tú ber.

3. Eg knústur nú nígi við krosstræið her,
móttaki frá Tær lekidóm.
Títt ljós skínur fram og Títt blóð lív mær ber,
Tú bar mína synd, mína skomm.

4. O, markleysa náði, sum fatast ei kann!
Ei menniskjaorð røkka til,
at tulka, hvat syndarin uppliva fær
hjá Honum, – ei fata kann skil.

5. Tað størsta, sum hent hesum heiminum er,
Guðs Sonur várt offurlamb varð!
Ein ævigan sáttmála gjørdi Hann her,
várt skuldabræv útstrikað varð.

6. Tí fríur og sælur eg ferðist nú heim,
har synd aldri meira meg nær;
í ævir eg syngja skal saman við teim,
sum endurloyst væl náddu har.

FavoriteLoadingGoym tekstin