O, sæla stund, tá dýrdareygu síggja

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 13. mai 2007.

O, sæla stund, tá dýrdareygu síggja
sum brúður skrýdd` Jerúsalem hitt nýggja,
tá henda jørð ei meira er at sjá,
ei hav og himmal sjónlig eru tá.

Tað verður sjón, tá halgi staður stígur
á nýggju jørð so fagur og so fríður.
Tó fagrast verður stund í nýggju verð
at síggja Jesus, sum hann sjálvur er.

Tá tjaldbúð Guds hjá menniskjum skal vera,
og teimum hjá hann bústað sín skal gera.
Tá deyði, sorg og skríggj ei eru til,
hvørt tár úr eygum Gud tá turka vil.

O, sæla stund tá stóri, hvíti skari
við trónu Guds skal savnast, Jesus kæri,
at prísa tær, tí at títt offurblóð
oss hevur tvigið klæði hvít sum snjó.

Lov, tøkk og prís tær lambi Guds vit bera,
tí vára frelsari tú vildi vera.
Hjálp oss at stríða trúarinnar stríð
og náa himmalheimið frelst og frí.

FavoriteLoadingGoym tekstin