O, sæla stund, tá savnast skal

Orð: W.A. Wexels
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. O, sæla stund, tá savnast skal
Guðs frelsta kirkjulið
av øllum tjóðum uttan tal
í himladýrd og frið.

2. O, sæla, tá Guðs vitni glað,
sum skiljast máttu her,
nú fegnast í Guðs fagra stað,
har einans gleði er!

3. O, sæla stund, o, fagnarljóð,
tá Harrans bjarta lið
lovprísar Guði rein og fró
í himmiríkis frið!

4. O, Guð, sum náði tín er stór!
Øll okkum til tín drag
og leið oss í títt frelsta kór
hin mikla Harrans dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin