O, sælasti dagur, tá brúðrin skal síggja

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í adventini 2009.

O, sælasti dagur, tá brúðrin skal síggja
her himin og jørð og Jerúsalem nýggja,
tá foldin hin fyrra er farin í kavið,
– alt samalt er burtur, og horvið er havið.

O, sælasti dagur, tá eingin skal syrgja,
tá sjúka og deyði ei hjørtuni tyngja,
tá tár meir ei renna, øll pínsla er farin,
tá lovsongin syngur hin snjóhvíti skarin.

Tá staðurin halgi frá Gudi skal stíga
sum brúður, ið seg fyri manni vil prýða,
– Jerúsalem nýggja, Guds livandi staður,
har dýrd hans skal skína, so altíð er dagur.

Tá sæl øll tey eru, sum skikkjurnar tváa,
so atgongd tey mega til lívstræið fáa.
Gud gevi, at øll vit, ið her saman liva,
tann dag mega standa í Lívsins bók skrivað.

O, kærasti Kristus, mín frelsari góði:
tú reinsi mín búna í heilagum blóði
og fjal meg í frelsuni av tíni náði,
so heimvist tann dag eg í himlinum fái.