O, signaði staður í Eden tí nýggja

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 31. august 2007

O, signaði staður í Eden tí nýggja,
har lívsvatnið streymar, sum krystal at síggja,
frá hásæti Guds og frá lambsins tað rennur
úr ánni, sum lívsins træ stimbrar og mennir,
so tólv ferðir ávøkst hvønn mánað, tað hevur,
og heilsubót bløð tess tað fólkunum gevur.

Hátt hásæti Guds várs og lambsins har stendur,
í staðinum halga við gullgyltu strendur,
har tænarar trúgvir Guds gerningar gera,
og navn hans teir allir á enninum bera.
Har náttin er horvin, og myrkrið má dvína,
tí Gud, Harrin sjálvur, í staðnum skal skína.

Og andin og brúðurin samsint nú siga:
“Hoyr, komið nú øll!” so tey bøna og biðja.
“Tit lívsins vatn drekki, tað einki skal kosta!”
tað svala og sløkkja kann allan vár tosta!
Ja, sæl øll tey eru, ið skikkjuna tváa,
tey atgongd til staðin og lívsins træ fáa.

Tí øll tey, sum standa í lívsins bók skrivað,
tey skulu um ævir í himlinum liva.
Tí verdugt er lambið, vár Frelsari góði,
ið menniskju keypti við heilagum blóði.
Við hásæti Guds tey nú lambinum æra
og lovsangir syngja í snjóhvítum skara.