O, tú, sum fevnir allan heim

Orð: Mikkjal á Ryggi

1. O, tú, sum fevnir allan heim
við tíni ríku náði!
Eg átti sorg, men sælan gleim
eg fyri revsing fái.
Stíg fram mín sál, syng gleðiljóð;
kvøð hátt Guðs prís og heiður;
ver blíð og góð, ver frí og fró,
tú, sum Guðs miskunn eigur.

2. Gerst lívið stundum leitt á jørð,
og harðar ódnir herja,
Guð flyta vil meg trygt um fjørð,
mót brotasjógvi verja;
so sterkur eingin stormur er,
og streymur ei so stríður,
hann fellur, steðgar síni ferð,
so skjótt mín faðir býður.

3. Hann festi sól og stjørnum slóð
um himinhválvið víða,
og summarlýkka, vetrarsnjó
hans veldisboð má lýða.
So undurfull hans góðska er!
Við kærleika og náðum
hann sorgarbundnum gleði ber
og kínir børnum smáum.

4. Hann mettar alt hitt mikla tal
um hav og heyg og røkur,
hin minsta títling líka væl
sum størstu slættibøkur;
ei Sálomon so skrýddur var
sum blómurnar í haga,
enn meiri síni børn so kær
hann føða vil og klæða.

5. So syng, hvør sál, syng fagnarorð!
Tak undir, hvør ein tunga!
Lat yvir bjørg og bláa skor
várt takkarkvæði runga!
Ei sømir okkum sút og sorg,
sum besta faðir eiga;
frá fold í sína bjørtu borg
hann blíður vil oss leiða.

FavoriteLoadingGoym tekstin