O, tú, sum uttan Jesus gekk

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ókendur
Lag: O, du som uden Jesus gik
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Leysliga týddur úr norskum. Helst týddur í 1970-árunum.

1. O, tú, sum uttan Jesus gekk
á heimsins villa veg,
o, kom, úr náðar keldu drekk,
tí Jesus elskar teg.

Niðurlag: Ei seymir, negldir í ein kross,
teir binda kundu Krist;
– av góðsku síni móti oss
brast hjarta hans so vist.

2. O, Kristus, eg tær beri boð
og biði í hans stað:
Kom, gerið okkum sátt við Gud
nú henda frelsudag!

3. Og hann, ið visti ei um synd,
sum tín synd deyðan leið,
teg tváa kann í lívsins lind.
Kanst tú tá siga nei!