O, vart tú har, sum gjóstur stóð

Robert BurnsFelix MendelsohnChristian Matras
Orð: Robert Burns
Lag: Felix Mendelsohn-Bartholdy
Týtt: Christian Matras

1. O, vart tú har, sum gjóstur stóð
um køldu líð, um køldu líð,
eg kvikur kappan um teg sló
mót vindaríð, mót vindaríð;
og stóð vanlukku-stormur um
tín lívsins veg, tín lívsins veg,
var bygt í míni bringu skjól
at verja teg, at verja teg.

2. Og var eg burt í oyðimørk,
ei gras at sjá, ei gras at sjá,
var oyðan sum eitt paradís,
um tú vart hjá, um tú vart hjá;
og var eg kongur mikla heims,
og fekk eg tín, og fekk eg tín,
skein eingin tignargripur so
sum drotning mín, sum drotning mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin