O, veldis Gud, eg undrandi má skoða

Orð: Carl Gustav Boberg
Lag (2007): Knút Olsen
Týtt (1972): Petur Jacob Sigvardsen
Upprunaheiti: :,:Då brister själen ut i lovsångsljud: O, store Gud, o, store Gud.:,: / :,:Then sings my soul, my Saviour, God, to Thee: How great Thou art, how great Thou art!:,:

1. O, veldis Gud, eg undrandi má skoða
alt ríkidømi, skart og skreyt um lond
og stjørnufjøld á føgrum himnaboga,
ja, alt, ið kom frá tíni skaparhond!

Niðurlag: Tí berst mær lovsangur úr barmi út:
O, veldis Gud! O, veldis Gud!

2. O, Gud, tú negldur var á krossins planka,
tú tornakrúnu sjálvur bar for meg. 1)
Frá fyrndini tú tonkti frelsutanka:
at tú á krossi vildi ofra teg.

3. O, Gud, tá syndin særir sál og sinni,
eg nígi niður við tín náðistól;
har fyrigeving, sálarfrið eg finni;
og, Gud, tú ert mín klettur og mítt skjól!

4. Tá tokut tíðarhvarv á fold er farið,
vit savnast, Gud, um trónuna hjá tær,
tær takkandi tann stóri, frelsti skari;
tann lovsangur ei nakran enda fær.

Niðurlag: Tí berst mær lovsangur úr barmi út:
Takk, veldis Gud! Takk, veldis Gud!

FavoriteLoadingGoym tekstin