Ódn

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein

1. Við strondina stóð eg,
tá ódnin brast á –
og vetrarnáttin var svørt –
eitt kvæði eg hoyrdi á stundini tá
koma dunandi uttan av havinum frá,
eitt kvæði so vilt og so stórt, –
tí stormarnir leikaðu fríir
yvir boðar, streingir og íður.

2. Og skúmandi fossur sítt fragdarljóð
av bylgjandi brósti kvað
um runnar tíðir, tá valkyrjan óð,
heitt tystandi eftir reystmanna blóð
til bardagan reyk avstað,
meðan lúðrarnir duna sum toran
og fylkja menn fyri norðan.

3. Og fjallhøgt brim móti berginum tveitt –
tá bátar smildraðust brátt –
yvir mongum manni lak hevur breitt,
og einkjum og børnum sorgartíð veitt
og fingið tey blikna á nátt,
tí herróp dynja í fjøllum
frá veldigum, sigrandi trøllum.

4. Eg hoyrdi teg storm, havfostraða trøll,
og tíni tey túsundtalsljóð:
deydningadans yvir kirkjugarðsvøll,
neyðarróp sjólátna manna so snjøll,
ravnaskríggj, tá hann sær blóð –
men – hjarta mítt titar í øði
av reystleika, dirvi og frøi.

5. Tí stórt kendist tú, fría stormanna land,
og høvdingaligt á at sjá,
tá kvetti tú snøggliga trældómsins band
og tendraði frælsis logandi brand,
sum trøllaræðsluna vá –
tá leit eg á mátt mín og megi
sum áður Sigmundur frægi.

FavoriteLoadingGoym tekstin