Ódn

Orð og lag: Hamferð

Froysandi, goysandi alda
Skalt tú knúsa meg í nátt
Ræðsla mín túsundfaldað
Skalt tú svølgja far mítt rátt

Hálva lívið mítt havi eg livað her
Og deyðin hevur hótt meg hvørja ferð
Ongin dagur uttan bønarfund
Kanst tú bjarga mær í hesi lagnustund

Stari inn í deyðans kjaft

Froysandi, goysandi alda
Skalt tú knúsa meg í nátt
Ræðsla mín túsundfaldað
Skalt tú svølgja far mítt rátt

Hálva lívið mítt havi eg livað her – Í logn og ódn
Og deyðin hevur hótt meg hvørja ferð – Við ýli og tøgn
Ongin dagur uttan bønarfund – Við lít á hann
Kanst tú bjarga mær í hesi lagnustund – Nú trúgvin svann(III)

Eg vakni brátt
Sveimandi
Eyga festir seg at
Hvítnaðum kroppi
Ruggandi á skorpuni
Svinnur, søkkur
Eygu fyrr glógvandi, slóknað
Seinastu ferð
Seinastu ferð

FavoriteLoadingGoym tekstin