Ófrelstur enn, hóast kallaður mangan

Orð: Henrietta E. Blair (Fanny Crosby)
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Still out of Christ

1. Ófrelstur enn, hóast kallaður mangan –
hvat kanst tú vænta av heiminum enn!
Minnist tú ei, hvussu mangan hann sveik teg?
Svarar Guds tilboði enn tú eitt men?

Niðurlag: Kom, kom til Jesus, troytta, tyngda hjarta,
kom, meðan enn er tíð til tað!
Hann bíðar enn, hans favnur enn er opin,
hoyr, hoyr, hann kallar enn í dag!

2. Ófrelstur enn, tó at dýr er hvør løta –
náttin, hon nærkast, og hvat verður tá?
Ófrelstur enn, tó at lívsvatnið rennur,
frítt fyri einki hjá øllum at fá?

3. Ófrelstur enn – tó er náði at fáa
fyri ta sál, sum til Gud vendir sær;
hygg, hvussu Kristus við dyrnar enn stendur,
bíðar at lata tær upp fyri tær!

4. Ófrelstur enn, tó tær leingist so sára
eftir at kenna hans frelsu og frið –
nú, fylg nú orðsins tí leiðandi stjørnu,
kom, ger nú trúnnar hitt frelsandi stig!

FavoriteLoadingGoym tekstin