Eg ofri tær meg sjálvan

Orð: Mary D. James
Lag: Phoebe Palmer Knapp
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg ofri tær meg sjálvan,
áh, Harri, tak tú meg,
ja, anda, sál og likam
lat virka fyri teg!

Niðurlag:
Mítt leingi deilda hjarta
á altarið er lagt;
halt mær í trúnni uppi,
áh, Gud, við tíni makt!

2. Mín Frelsari, tú sterki,
teg líti eg nú á!
Eg trúgvi tínum lyftum,
eg veit, eg skal tey ná.

3. Tú hevur mínar limir
úr Satans leinkjum loyst,
av vónloysi og deyða
til lív og vón meg reist.

4. Tí skal mítt hjarta, Harri,
ei longur vera deilt;
hitt lív, sum út tú loysti,
tín ogn skal vera heilt!

FavoriteLoadingGoym tekstin