Og hevur nú í kortinum

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

»Og hevur nú í kortinum út longd og breidd tú mált
og gjørt bestikk, so set tú kós og spæl so stýrivolt,
Ísland er bæði langt og breitt, vit finna onkran blett.
Teir gomlu funnu Vínland, ei var út í kortið sett.

Og áður navigasjón var til, varð siglt úr ætt í ætt,
og tú kanst vera vísur í, teir gomlu komu rætt.
Var stilli, teir í velskum víni drukku sær ein rús,
og viltust teir, var kumpassin ein dylla og ein lús.

Men set bert út í kortinum. – Hygg, skálin liggur her.
Vit bíða tolnir, tó at bæði vavt og givið er.
Eg leggi upp – hygg her hin rádni, stamman hon er reyð,
nú fuglin fyrst – nei hetta eru kort – á halga sjey!«

Og skiparin hann legði kort og passara frá sær.
Teir trumfaðu, so borðið skalv, og flent og givið varð:
»Teir gomlu funnu Vínland, saktans finna vit Jan Mayen.«
Í barkað segl so fagurliga summarsólin skein.

Og havið var so reint og blátt sum loftið lognarstund.
Á spentum veingjum másin fleyg um berg og gjøgnum sund.
Vit sigldu gjøgnum Djúpini við leið at Íslands strond,
eg hugsaðium eydnuleik og fjarskotin lond.

FavoriteLoadingGoym tekstin