Og klokkan slær

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Eitt andarhald
ímeðan løtan líður,
– undrist yvir hvagar tíðin flýgur,
og um hon mann koma fram umsíður?
Og so ein pinkalítlan fuglalúr.

Tá ið eg var
ein tíðarleysur drongur
ætlaði eg mær at vera kongur,
– tað ætli eg mær slettis ikki longur,
tí so hevði eingin verið eg.

Og klokkan slær,
sjálvt um eg einki havi gjørt,
sig mær, hvat billar hon sær inn?
Eg slái aftur, men tað er so eiðasørt
at tað rørir lítlapinn,
– tað er so eiðasørt!

Nú ringir meðan
eg siti og tonki.
Galið nummar, frægari enn einki.
So fekk eg reist meg upp frá mínum beinki,
– at rørast sigst at vera sera sunt.

Eg siti her
ímeðan sólin følnar.
Stari eftir kaffinum, ið kølnar.
Og eg tódni meðan kvøldið bólgnar,
busti tenn og sleppi mær í song.

So liggi eg
í náttini og droymi
hetjudreymir, sum eg altíð gloymi,
um alt eg kundi gjørt í hesum heimi.
So upp at hita kaffi frá í gjár.

FavoriteLoadingGoym tekstin