Ognarfólk títt eru vit, vár Gud

Orð og lag: Ókend/ur

Ognarfólk títt eru vit, vár Gud,
vit boyggja okkum niður fyri tær
og avnokta alt ónt og hvørja synd,
søkja teg og syngja upp til tín.

Harri, send títt regn,
út hell tín Anda.
Lat eld tín falla nú,
grøð tú hvønn og ein,
endurnýggja meg.
Halgi, Halgi Andi,
lat eld tín falla nú.
Grøð tú hvønn og ein,
endurnýggja meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin