Oh, Maria

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Mel Tillis og Marijohn Wilkin

1. Ein sunnudag tað aftur
út á havið bar,
veturin var liðin, várið komið var,
at peningur má vinnast, er eitt sannleiksorð,
skulu fót vit seta undir egið borð.

Niðurlag: Oh, Maria, mær leingist heim,
oh, Maria, mær leingist heim,
eg sakni tín syngjandi látur,
mær, Maria, leingist heim.

2. Væl var tað bert ein danga,
sum eg at føra fekk,
hálvfjerðs ára gomul, bert tríggjar míl hon gekk,
men skipari er skipari, tað skuldi eg trúð,
so Maria, tú verður skiparafrú.

3. Eg húsini skal byggja bæði stór og dýr,
í køki skulu hava vit elektriskan komfýr,
og stovan hon skal vera okkar’ dreymaverð
– harinni skulu hava vit elektriskt klaver.

4. Og ein skal eita Hanus, og ein skal eita Hans,
og ein skal eita Fríðrik, og ein skal eita Frans,
men dóttirin skal eita – tann fyrsta sum tú fær –
Birita Brigitta Bardot handan Garð.

5. Og tú, sum brátt
skalt eita Maria handan Garð,
í brúðargávu fært tú eitt havgrønt baðikar,
tí maður tín er skipari og siglir Íslandshav
– so nú má eg fram at rópa: “Hálið av!”

FavoriteLoadingGoym tekstin