Ólavur riddararós (Harkaliðið)

Ungir kallar, kátir kallar!
Gangið upp á gólv, dansið lystilig!

Ólavur ríður eftir bjørgunum fram,
– Kol og smiður við –
fann hann upp á eitt álvarann.

Ungir kallar, kátir kallar!
Gangið upp á gólv, dansið lystilig!

Út kom eitt tað álvafljóð,
– Kol og smiður við –
flættað hár á herðar dró.

Ver vælkomin Ólavur Riddararós,

- Kol og smiður við –
tú gakk í dans og kvøð fyri os!

Eg kann ikki meira hjá álvum vera,
– Kol og smiður við –
í morgin skal eg mítt brúðleyp gera.

Vilt tú ikki longur hjá álvum vera,
– Kol og smiður við –
sjúkur skalt tú títt brúðleyp gera.

Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja sjúk,
– Kol og smiður við –
ella vilt tú í morgin liggja lík?

Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur,

– Kol og smiður við –
ilt er at liggja leingi sjúkur

Fyrr vil eg í morgin til moldar gá,
– Kol og smiður við –
enn eg vil sjey vetur liggja á strá

Hon bar fram eitt drykkjusteyp,
– Kol og smiður við –
eiturkornið í tí fleyt.

Tú sig tíni móðir, tá ið tú kemur heim,
– Kol og smiður við –
tín foli snávaði um ein stein!

Ólavur heim í garðin fór,
– Kol og smiður við –
úti hans móðir fyri honum stóð.

Hví ert tú so følin, hví ert tí so bleik´,
– Kol og smiður við –
sum tú hevur verið í álvaleik?

Tí eri eg følin, tí eri eg sum bast,
– Kol og smiður við –
í gjár var eg teim álvum næst. 

Ólavur vendist til veggin brátt,
– Kol og smiður við –
hann doyði langt fyri miðjunátt.
 
Har komu av tí bú,
– Kol og smiður við –
líkini trý, tey vóru so prúð.
  
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy,
– Kol og smiður við –
tað triðja hans móðir, av sorg hon doyði.
 

FavoriteLoadingGoym tekstin