Øld um øld er Guð hin sami

Martin Joensen
Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Martin Joensen
Viðmerking: Yrktur í juli 2012 og lagið smíða í januar 2013.

Øld um øld er Guð hin sami,
broytist ei av tíðartonn;
stjørnuhválvsins dýrdarglæmi
fulnar Orð Hans rein og sonn.

Ár um ár er Guð hin sami,
tó mong stjørna veik av leið;
endaleys Hans mekt og frami,
lyfti Hans tey svitast ei.

Dag um dag er Guð hin sami,
faðirleysum faðir er;
ráð og kærleiki Hans kvæmi
hjálparleysum uppi ber.

Stund um stund er Guð hin sami,
Hann hin arma gloymir ei;
alt ger heilt, ið liggur lamið,
fyri meg í veð Hann steig.

Smátt um smátt Hann fram meg leiðir,
ja, um deyðans skýmda svað;
neyðars likam mítt ábreiðir
við eitt nýtt hin hinsta dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin