Øll dýrd veri Guds, hann stór verk rikar av

Orð: Fanny Crosby
Lag: William Howard Doane
Týtt: Jákup Olsen

1. Øll dýrd veri Guds, hann stór verk rikar av,
hann elskaði heimin, og Son sín hann gav,
sum ofraði lívið til bót fyri synd
og einum og hvørjum læt upp lívsins grind.

Niðurlag: Harrans prís hevjið hátt!
Hoyrið jørðin hans rødd!
Harrans prís hevjið hátt!
Fólk um londini stødd!
Til Faðirin kom gjøgnum Sonin, hann gav,
og gev honum dýrd – hann stór verk rikar av.

2. Áh, fullkomna frelsa, dýrt goldin við blóð,
og honum, ið trýr, eini tíðindi góð;
tí um so av syndarum størstur ein var,
ta stund, ið hann trýr, fyrigeving hann fær.

3. Hann stórleika vísir, og stórverk hann ger,
og stór er vár gleði í Jesusi her;
men reinari, hægri og mætari tá
skal verða vár undran, tá Jesus vit sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin