Øll Guds børn, nú fylkist runt um krossins træ

Arthur Seymour Sullivan
Orð: Oluffa Bærentsen
Lag: Arthur Seymour Sullivan

1. Øll Guds børn, nú fylkist runt um krossins træ!
Tíðartekin boða síðsta náðidag;
freist at vinna sálir nú skjótt úti er;
vak og bið og vitna, meðan tíðin fer!

Niðurlag: Vak og bið og vitna, vinn nú onkra sál!
Brátt er tíðin lokin, og vit náa mál.

2. Bróðir, systir, vakna, statt nú upp við skund,
vak tey upp, sum sova tryggan syndablund,
sig, at Jesus kemur, tann, til reiðar er,
ryktur verður burtur, upp í ský hann fer!

3. Komið, sálir, komið, komið nú í dag!
Aldri skalt tú angra, at tú gjørdi tað;
tak nú ferðaseðil: Jesu dýra blóð!
Einki annað geldur, sigur Andans lóg.

FavoriteLoadingGoym tekstin