Øll hesi ár

Orð og lag: Uni Arge

Hvussu veit við
finnur tú frið
finnur tú sjálvan teg
so komu boð
tað søgdu tey so
og tú fórt ein annan veg

Øll hesi ár
alt hetta stríð
hvat skiltu tey av tí
altíð á ferð
og ongin er nú
sum hevur tað flog sum tú

Tíðin kemur einaferð til øll
men eg veit tú eigur nógv meira eftir í tær
tíðin kemur einaferð til øll
og hjá mær er ongin betri enn tú altíð var

Eg minnist tá
alla ta trá
sum dró allan teg avstað
ongantíð frí
spurdi ei hví
tú offraði teg nátt og dag

Øll hesi ár
alt hetta stríð
hvat skiltu tey av tí
altíð á ferð
og ongin er nú
sum hevur tað flog sum tú

Tíðin kemur einaferð til øll
men eg veit tú eigur nógv meira eftir í tær
tíðin kemur einaferð til øll
og hjá mær er ongin betri enn tú altíð var

Spyrt tú so hvat alt var vert
lurta lurta nú
í øllum sum nú hoyrist hoyrist tú
spyrt tú so hvar tú so fert
eg veit bara tað
at tíðin kemur einaferð til øll
men ikki øll liva ævigt í mær
eins og tú

FavoriteLoadingGoym tekstin