Øll inn í Guds ríki vilja

Victor Danielsen
Orð: Johnson Oatman
Lag: J. Howard Entwisle
Týtt: Victor Danielsen

1. Øll inn í Guds ríki vilja
bjargað verða einaferð;
tó, hin beina veg til frelsu
fá bert vilja ganga her;
men um onnur vón sær grunda
á sítt verk og sína gerð –
prís og æra veri Gudi,
eg á blóðið líta vil!

Niðurlag:
Kristi blóð hevur klædning mín tváað
reinan, hvítari enn snjó;
tó tey siga mær,
frelsan er ei bara har,
eg vil líta á hans blóð.

2. Summi siga, at Guds góðska
teirra vón og álit er,
At Gud onga sál fordømir,
men mót øllum miskunn ger;
tó, tann sál, sum ei er reinsað,
hon fortapist, skrivað er;
prís og æra veri Gudi,
eg á blóðið líta vil!

3. Tá vit Harrans menn í forðum,
teir, sum trúðu, minnast á,
síggja vit, at offurblóðið
frelsti teir frá dómi tá;
men tað blóðið talar bert um
Jesu blóð á Golgata;
prís og æra veri Gudi,
eg á blóðið líta vil!

4. Tað er tað, tey frelstu syngja,
tað, sum ljóðar Himli frá,
at ein sál í Lambsins blóði
síni klæði hvít kann tvá;
tí eg syngi, til eg standi
hinum ljósu strondum á:
Prís og æra veri Gudi,
eg á blóðið líta vil!

FavoriteLoadingGoym tekstin