Øll míni tár

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Øll míni tár vil eg ogna tær
fyri hvørt sár, sum mítt svørð tær bar;
hvørt orð, ið brendi, hvørt orð, ið sveið,
treðan tú kendi á tíni leið.

Var orð mítt dómur, var orð mítt bót?
Vætti eg blómur, tveitti eg grót?
Tá ódnin ýldi, var eg tá skjól?
Tá tú teg hvíldi, var eg tá ból?

Var eg tín stavur, var eg tín ár?
tín hvíludagur, títt vónarvár?
Var eg títt ljós, tá ið náttin kom
og tín kós lá mót bjargartrom?

Nú støkkur skjøldur, nú svíkur svørð,
nú flýggja tjøldur til betri jørð.
Hvar er mín uggi, hvar er mín troyst?
Mín verndarskuggi, fært tú meg loyst?

Hvørt hjartaslag vil eg ogna tær
fyri alt tað, sum eg ikki var.
Nú líður nátt og ei vendist við,
hvør veitir sátt og hvør gevur grið?

FavoriteLoadingGoym tekstin