Øll verðin í deyða og myrkrinum lá

Philip Paul BlissVictor Danielsen
Orð og lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Øll verðin í deyða og myrkrinum lá,
men ljósið á jørð varð Jesus;
hann steig upp sum sólin úr náttini tá,
og ljósið á jørð varð Jesus.

Niðurlag:
Kom til hitt ljós, tað lýsa skal tær!
Undurfult rann tað upp fyri mær;
tað gav mær sjón, tá blindur eg var;
ja, ljósið á jørð er Jesus!

2. Og myrkrið veik burtur, tað misti sín mátt,
tí ljósið á jørð er Jesus;
og frelsa og lív til tey deyðu er nátt,
tí ljósið á jørð er Jesus.

3. Áh, sál, tú, sum gongur í angist og frykt,
hoyr, ljósið á jørð er Jesus!
Í honum er friður og hvíldarstað trygt;
tí ljósið á jørð er Jesus.

4. Á jørð og í Himli er sólin bert hann,
ja, ljósið er eina Jesus;
og sæl er tann sál, sum ta sólina fann,
hitt æviga ljósið, Jesus!

FavoriteLoadingGoym tekstin