Oman fyri alla fatan manna

Orð og lag: Haldor Lillenas
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Far beyond all human comprehension

1. Oman fyri alla fatan manna,
markleysur – sum himmalin at spanna,
stórfingin í ætlan, tú mást sanna,
er Guds mikli kærleiki.

Niðurlag: Kærleiki, sum mannatunga aldri týða kann,
hvørki her og ævinleika í,
hægri enn tær hæddir, har ið ørnin reiðrast man,
djúpari enn stormbard stórhøv, víð.
Kærleiki, sum fagnar syndarum, ger fjøtrað frí,
so endaleysur, ómáldur sum ævitíð.

2. Ofrar fúsur og til tess nóg ríkur,
gávumildur – ongum øðrum líkur,
pínslusteypið tremfult tømir – slíkur
er Guds ríki kærleiki.

3. Mentur mína syndaskuld at greiða,
førur fyri frelstan meg at leiða,
so at eg kann himmalgleði eiga –
er Guds mæti kærleiki.

4. Víður, so hvør tjóð á fold kann náast,
ríkur, so at frelsa frí kann fáast,
reinur, at hin ringasti kann tváast –
er Guds mikli kærleiki.