Omaneftir, niðaneftir

Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen

Niðan gjøgnum býin, uttan mál og mið,
gløða inn í bilarnar, ið strúka tætt framvið.
Gongubreytir, handilsrútar, súrlig andlitsbrá,
harragud eg gleði meg, at sleppa her í frá.

Oman gjøgnum býin, ið tykist blíva minni,
sparka allar keturnar, ið gyrða Rasmus inni.
Útimøti, túnatos og fullir menn, ið skrála,
alt man vera betur enn at ganga her og vála.

Omaneftir Kongabrúnni, alt eg eri mentur,
í Røntguni, har savnast allir teir, ið ræðast gentur.
Gøtuljós og taraluktur, rom og Coca-cola,
eg skuldi kanska ikki drukkið meira, enn eg kann tola.

Omaneftir, niðaneftir, omaneftir vallaratúni,
har fór hestur mín tann brúni,
omaneftir vallaratúni…

Allan vegin heimeftir, murri eg ein tóna, omaneftir,
niðaneftir, tú mást ikki sovna.
Tað síðsta, ið eg hugsi um, tá eg detti av,
er at eg skal minnast til at…

FavoriteLoadingGoym tekstin