Onga tíð er frá mær váði

Orð: Kingo
Týtt: Jákup Dahl

1. Onga tíð er frá mær váði,
alla tíð er hjá mær náði,
aldri uttan sút og trá,
altíð kann eg Jesus sjá.

2. Alla tíð meg syndin nívir,
alla tíð mær Jesus lívir,
aldri uttan neyð og trong
altíð tó við bøn og song.

3. Nú í kúri, nú í kæti,
nú á grúgvu, nú í sæti,
oftast stór mín óró er,
altíð trúgvin ugga ber.

4. Sorg og gleði saman fylgjast,
søtt og beiskt er bland mær lutast,
blandað mær í lívsins skál,
slíkt er alt mítt ævimál.

5. Gráti eg á nátt og degi,
hjálp mær Jesus, at tín gleði
yvir synd og sorgum má
altíð yvirlutan fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin