Ongamannaland

Orð og lag: Swangah Dangah

Deyðaroyndir, óndir og dømdir, villast á jørðini.
Í spennitroyggi, illur, sadistur, vitnast í løtuni.
Eg spillist í grøvini, áðrenn eg snitchi á støðini, og hugsi fuck at koma upp, eg føli meg tryggast á gøtuni.
Hetta er reint morð, eygað dregur voldtektina til light porn, right course, roofies í drinkin gevur tær high score.
Eitt orð “beist” við crime rhymes og mindstorm, grind core, orðabókaflow blaða upp og tveit orð.
Vápnaðar tungur, voldmangul buldur frá kjálkunum, meðan tín 9mm liggur og svevur á bollunum.
Eg merki Belials vón, bresti tá stressið fær mót, sum um eg brenni upp í eini sauna uttan ventilatión.
Hetta er restir av pro dro, mítt misbrúk er relativt.
Eingin grund til at fuckin’ ferðast vilt, eg satsi uppá evigt trip, so negativt, eg smíli for nógv. Fuck tað, tín pína er tað vert, eg rými við blekk, tú rýmir við skrekk.
Eingin munnkurv til bítandi vers, spítandi pest, allir rapparar rópa ýlandi nógv.
Eg lýsi mít prógv, rapp ódeyðiligt, tá lívið er vekk, framleiði leigumorð, shit, so fuckin’ prísa mít verk!

Koyr eitt ”S” upp!
Kom fylg mær inn í Ongamannaland, har vit drepa fyri at eta tað, sum eingin annar kann.
Meira blóð á mína tonn, aldrin mettur eg traðki fram.
Um tú stendur fyri einki, verður tú feldur fyri alt!

Mikrofontos við hugflog sendir skot ígjøgnum metafor, drepandi, flennandi mordari, humor.
Konsentreraður, skjóti prikkin yvir i’num, fokuseraður.
Head-shot á hæddarpunktið, tá eg komi spaserandi.
So torir tú, at traðka yvir linjurnar, eg havi merkt við penni og blekki, sum sigur klárt “halt teg vekk”.
Eri føddur vid rímiligum refleksum, óstýriligum tekstum, eingin nytta við exorsist prestum.
Tá mín tunga spýtir tað tunga, sum ger sjónir sjálvt um tú blundar, heldur fyri oyruni og hoyrir tað buldrar.
Sum eitt fortrongt minni, goymt inni í tær eg finni, skræði tað út og pressi tað aftur inn í títt forskrekta sinn.
Mítt rapp fær Jack the Ripper at peika fingur, tí mítt orð stingur djúpri enn hansar’ knívur, tá eg vísi kynstur.
Serveri rapparar til borðs, mín buffet er opin til klokkan lort, slaktarin er komin at gera klárt.

Koyr eitt ”S” upp!
Kom fylg mær inn í Ongamannaland, har vit drepa fyri at eta tað, sum eingin annar kann.
Meira blóð á mína tonn, aldrin mettur eg traðki fram.
Um tú stendur fyri einki, verður tú feldur fyri alt!

FavoriteLoadingGoym tekstin