Ongar blómur á vegin tey stroyddu hin dag

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Yrktur í 1953 og týddur í 2010.
Upprunaheiti: Det var ei noen blomst som ble lagt på den vei

1. Ongar blómur á vegin tey stroyddu hin dag,
tá Guðs Sonur mót Golgata gekk;
tá har kross sín Hann bar og varð rikin avstað
ongan heiður og fagnað Hann fekk.
Einans speirekan, háð
ljóðar fjøldini frá,
tá har knógvandi kross sín Hann ber.
Hann gekk vegin á tamb,
tigandi eins og lamb
leitt til sláturs eins tigandi fer.

2. Ongan heiður Hann fekk, onga krúnu av gull,
tá hann fyri Pilatusi stóð;
krúnu spottarans fekk, sett av tornum var full,
har Hann húðflongdur flýtur í blóð.
Satans grimd á Hann gekk,
har uppgivin Hann hekk,
ja, sjálvt Faðirin svaraði ei!
Faðir Hansara tá
Honum farin var frá,
allar glatanarkvalir Hann leið.

3. Tá teir naglarnir negldu í hendur og bein,
ei teir gáa um hvør ið Hann er;
tó frá varrum Hans ljóðar ein bøn djúp og rein:
Faðir, fyrigev teim hesa gerð!
Einans edikk og spott
góvu teir Honum rátt,
teir ei vita, Hann synd teirra bar!
Tá Hann rópar hálvkvalt:
Faðir, fullgjørt er alt!,
sum ein ránsmaður doyði Hann har.

4. Hann í deyðsríkið steig til at loysa hvønn tann,
sum var deyður í trúnni á Hann;
Satans veldi var stórt, men Hann á honum vann,
deyðin fjøtra ei Frelsaran kann.
Sum tann kongur, Hann var,
sigurskrúnu Hann bar,
tá frá deyðum Hann reis upp úr mold.
Deyðans veldi Hann breyt,
lógarkrøv, boð og treyt,
Hann Guðs rættvísi vann til alt hold.

5. Eins og brúður sín brúðgóm vit vænta Guðs Son,
ver til reiðar, – sí, spillunnar gongd!
Fyri trónuni standa sum brúður skal hon,
sum helt út hóast mótgongd og trongd.
Illa viðfarin nú,
tá í rættferðarskrúð
lívsins krúnu av Guði hon fær.
Endurloyst skal hon tá
Lambsins dýrd ævigt sjá,
á, hvør vert var ei trongdin hon bar.

FavoriteLoadingGoym tekstin